Í mong ár hava tey í bygdini Dixville Notch í statinum New Hampshire lagt seg eftir at vera tey fyrstu at velja, so teirra úrslit kann koma fyrst, og soleiðis var eisini hesaferð.
Tíggju fólk vóru á vali, og Barack Obama og Mitt Romney fingu fimm atkvøður í part. Hetta er annars fyrstu ferð, at tvey forsetavalevni hava fingið líka nógvar atkvøður í Dixville Notch. Árini frá 1960 til 2008 fekk tað republikanska valevnið tær flestu atkvøðurnar, men seinast fekk Obama fleiri enn John McCain.
Í Hart's Location í New Hampshire eru tey eisini liðug at velja. Har fekk Barack Obama 23 atkvøður, Mitt Romney 9, og eitt óheft valevni, Gary Johnson, fekk eina atkvøðu.