Fyrsta valið í Libya í 42 ár

Í dag er lokalval í Libya, og hetta er tað fyrsta frælsa valið í landinum í 42 ár.

Men hóast valið er frælst, eru tað minni enn so øll í Libya, sum hava frælsi. So seint sum í síðsta mánað kunngjørdi ST, at hernaðarligir bólkar høvdu tikið umleið 8.000 fyrrverandi viðhaldsfólk hjá Muammar Gaddafi, og at tey fingu ringa viðferð í varðhaldinum.

Fyri nøkrum døgum síðani segði Amnesty International, at minst 12 fólk doyðu, meðan tey vóru í varðveitslu hjá hernaðarligum bólkum, og felagsskapurin segði seg hava fingið at vita, at tey vóru pínd.

Amnesty International segði eisini, at framferðin hjá teimum hernaðarligu bólkunum hóttir alt samfelagið.