Fyrsta valevni komið

Í nýggjársrøðu síni róði íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, uppundir, at hann umhugar at gevast sum forseti fyri at fáa betri stundir til síni áhugamál. Forsetaval verður í ár, og fleiri tulkaðu orðini, sum at forsetin fer ikki at stilla upp tá, men formlig boð eru ikki komin frá forsetanum enn.

Harafturímóti er lítil ivi um, at val verður, tí ein løgreglumaður, sum eitur Jón Lárusson, kunngjørdi um vikuskiftið, at hann hevur gjørt av at stilla upp á forsetavalinum í summar.

Jón Lárusson, sum er føddur í 1965, hevur javnan gjørt vart við seg í ymsum samfelagskjaki, skrivar Morgunblaðið.