Fyrsta uppstilling floksins til fólkatingsvalið

Fullveldisspurningurin hevur megna at blinda eygu politikkaranna, so at samgongan ikki ger sær fær um hvussu mangir av borgarum okkara hava tað. Umráðandi er at politiski myndugleikin aftur fær sambandi við fólkið, vísir í verki umorgan fyri teim veiku, og torir at loyva fólkinum at tala í týðandi málum.

 

Eingin minkan av blokkinum eigur at verða framd fyrr enn fólkið hevur sagt sína hugsan.

Miðflokkurin byggir sín politikk á kristna lívs-og menniskjasýnið. Nú spurningurin um trúarfrælsi er vorðin miðdepilin í heimspolitikkinum, eru vit sannførd um, at neyðugt er meira enn nakrantíð áður at halda hesi virði frammi í politiska orðaskiftinum. Kristna lívshugsjónin er grundarlagið undir frælsu vesturlendsku samfeløgunum, og tí er tað ein náttúrligur partur av okkara politikki at ávirka, har tað stendur okkum í boðið. Tí vil ein møgulig Miðflokkarødd á fólkatingi ikki halda seg uttanfyri, men nýta eitthvørt høvi at peika á kristnu lívsvirðini, eisini í málum við beinleiðis ávirkan á danskan innanríkispolitikk.

Í sambandi við viðurskiftini millum Danmark og Føroyar harmast flokkurin um ta viðferð samgongan hevur givið føroyska fólkinum. Tað er bert fólkið, ið kann og eigur at sleppa at taka avgerðir í so týðandi málum. Tí var tað eitt beinleiðis lyftisbrot móti føroyingum, tá hesir ikki sluppu at siga sína hugsan á fólkaatkvøðuni, sum samgonguflokkarnir høvdu lovað, men sum teir allíkavæl ikki tordu at seta í verk!

Somuleiðis er tað undrunnar- og átaluvert at føroyingurin heldur ikki sleppur at siga sína hugsan um at blokkurin úr Danmark, sambært ætlan landsstýrsins, verður skorðin við 367 mió. kr.

Grundgevingar landsstýrsins er villleiðandi, tá hesir vísa á, at landskassin »svimur« í pengum. Hetta verður sagt, samstundis sum landsstýrið misrøkir og fremur stórar sparingar á t.d.:

- eldraøkinum

- stovnsplássum til menningartarnað og sálarliga sjúku

- skúlaøkinum viðv. stuðli til næmingar við serligum tørvi

- sjúkrahúsøkinum

- skúlalæknaøkinum

- og vit kundu hildi fram at víst á beinleiðis vanrøkt av týðandi samfelagsøkjum

Miðflokkurin fer framhaldandi at virka fyri at gomlu, sjúku og veiku samfelagsborgarar okkara fáa mannsømulig kor og at fólkið sjálvt fær møguleikan at avgerða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

Tað er ódemokratiskt og beinleiðis vandamikið, at ein fámentur politiskur meiriluti tekur so týðandi avgerðir uttan at spyrja ta fólk, ið her býr.