Kappast verður í lopi um hest. Hetta verður í fimleikahøllini á Stórheyggi í Havn. Kappingin byrjar kl. 13.00.
Fýra bólkar kappast: kvinnuunglingar, mansunglingar, kvinnur og menn.
Steypakappingarnar verða í trimum umførum. Tvey tey seinastu umførini verða 12. februar, tá verður gólvíðkan og 18. februar, tá verður kappast á bita og í ringum, ávíkavíst í Havn og í Rituvík.