Fyrsta tvíkiljan bygd til Sands

Tvíkiljan skal brúkast til alingina á Sandsvág

Í farnu viku bleiv á fyrsta sinni ein tvíkilja bygd til Sandoynna.

KJ Hydraulik á Kambsdali, sum hevur smíðað hana, sigur, at hetta er nýbygningur nummar 44 hjá teimum. Tvíkiljan er bygd til Marine Harvest, ið er farið undir laksaaling á Sandsvág. 

 

Henda tvíkiljan er 15,5 metrar long og sjey metrar breið. Hon hevur tveir Iveco Cursor C9 motorar á 410 hk og ein Iveco 220 hk ljósmotor. Av deksútgerð kann nevnast, at hon hevur ein Palfinger PK40002 krana, tríggjar 1000 kg koppar og eitt 10 tons dekkspæl, sigur KJ Hydraulik.