Fyrsta útsølan í Havn?

Í sambandi við at Birgar Johannessen savnar tilfar til ”Tórshavnar alfrøði”, kemur hann fram á nógvar áhugaverdar myndir, og her er ein av teimum.

Hetta er fyrsta útsølan hjá Gunnari Stokholm, klædnahandli, við Hoydalsvegin í 1952. Fólk standa spent og bíða, til handilin letur upp. Tað sigst at hetta er fyrsta útsølan, sum var í Havn.
 
Gunnar Stokholm var dani. Hann kom til Havnar í 1948, tvey tey fyrstu árini hevði hann lítla heilsølu í leigaðum høli yviri í Jónas Broncksgøtu.
 
Í 1950 flutti hann niðan á Hoydalsvegin og lat upp klædnahandil á horninum Hoydalsvegur/oman Pisuvarða, yvir av KFUM. 
 
Ikki kann sigast annað enn, at Gunnar Stokholm kom til Føroyar við nýggjari handilsmentan. Handilin varð so væl umtóktur millum føroyingar, at longu árið eftir at hann var komin niðan á Hoydalsvegin, útbygdi hann handilin, so tað nú eisini var møguligt at fara upp trappurnar og kaða inn í nýggju deildina, sum eisini stóð á tremur við klæðum.
 
Hugskotini trutu ikki hjá Gunnari Stokholm: Tað sigst, at hann var tann fyrsti sum kom við hugtakinum "útsøla". Lýsingarnar vóru sera innbjóðandi, nevnast kann at hann altíð nýtti slagorið "ALT SKAL UD". Hjá Gunnari Stokholm var sum nakað spildurnýtt eisini møguligt hjá øllum! at keypa klæðir uppá "avbetaling".
 
Tíðirnar vóru ringar í 50-unum, t.d. kundi ein kvinnufrakki kosta millum eina og tvær mánaðarlønir. Hesin nýggi mátin at keypa upp á gjørdi, at ”øll høvdu ráð at ogna sær eitt plagg. Í dag er tað ein sjálvfylgja at handlar senda tónleik gjøgnum hoytalaran (tíanverri er tað ofta so hart, at fólk velja at venda út aftur, heldur enn at njóta tónleikin). Eisini her var Gunnar Stokholm undangongumaður, hvørja ferð hann hevði lýsing í bløðunum, stóð: "De vil nyde den dæmpede musik i vores lokaler".
 
Gunnar Stokholm skipaði eisini fyri mótaframsýningum. Hesar framsýningar vóru m.a. á Hotel Føroyum á Kongabrúnni.
 
Handilin hjá Gunnar Stokholm lat aftur í 1969. Hann andaðist í Danmark í 2003, 92 ára gamal.