Skjóting
Kappingin varð hildin á skjótibreytini hjá Byrsumúla í Sandvíkum.
Níggju luttakarar vóru við í kappingini, sum varð skipað við fýra innleiðandi umførum, áðrenn teir fýra bestu skutu eitt finaluumfar.
Undan finaluni hevði Eirikur Elisson 70 dúgvur og Regin Enghamar 68. Men tað eydnaðist Regini at venda kappingini í seinasta umfarinum og at vinna FM. Samanlagt skeyt Regin 87 av teimum 125 dúgvunum, sum vórðu kastaðar úr torninum.
Úrslitini vóru annars hesi:
Meistarabólkurin:
1 Regin Enghamar 87
2 Eirikur Elisson 83
3 Rúni Debes 80
4 Bogi Wardum 76
A-bólkurin:
1 Esmar Andreasen 55
2 Sámal Debes 49
3 Dorian Petersen 39