Fyrsta trý ára HH húgvan

Louise Restorff Jacobsen var fyrsti trý ára HH næmingurin, sum fekk húgvuna á Handilsskúlanum í Havn. Hon fekk húgvuna mánadagin. Tey vóru átta næmingar, sum fingu húgvuna hendan dagin.

Tað var fyri trimum árum síðani, at Handilsskúlin fór undir trý ára HH útbúgvingina fyri at geva næmingunum eina meira samanhangandi gymnasiala útbúgving og harvið í enn størri mun fyrireika næmingarnar til víðari lestur.

Fyrstu næmingarnar at fáa húgvuna vóru næmingarnar í Havn mánadagin, meðan fyrstu næmingarnir á Kambsdali fingu húgvuna týsdagin.

Av Handilsskúlanum verður sagt, at útbúgvingin hevur hepnast væl, og at hon fær alsamt størri undirtøku. Higartil hevur bert ein flokkur verið á hvørjum árgangi, men eftir summafrítíðina byrja á fyrsta sinni tveir nýggir flokkar á hesi útbúgving.