Fyri fyrstu ferð í meiri enn 50 ár koyrdi eitt tok tvørtur um markið millum Norðurkorea og Suðurkorea í nátt Tað fyrsta tokið fór úr Suðurkorea norður um markið. Tað var eitt góðstok, sum var fermt við tilfarið til skóframleiðslu. Seinni í dag fer tokið aftur suður um markið, og ætlanin er so, at tað skal koyra eina ferð um dagin aftur og fram.
Toksambandið verður mett sum eitt sera týðandi stig í arbeiðinum at bøta um viðurskiftini millum tey bæði koreonsku londini.
Toksambandið fekst í lag, tá teir báðir forsetarnir, Kim Jong Il og Roh Moo-hyun, hittust í Norðurkorea í oktobur.