Tað tók tey flestu á bóli, tá ið Sosialurin skrivaði í heyst, at Tórshavnar Býráð arbeiddi við eini ætlan um at fáa ein skoytuvøll til Havnar í vetur.
Tey flestu hildu, at hetta var eitt frískligt hugskot og nú, skoytivøllurin hevur verið í Skálatrøð í nakrar vikur, munnu sjálvt tær størstu ivandi sálirnar hava yvirgivið seg, tí skoytivøllurin hevur verið so væl vitjaðir, at í gjár kundi Portalurin upplýsa, at heili 14 000 fólk hava nýtt høvi at finna sær jarnskoyturnar fram og hava skreitt á vøllinum.
Tok til Havnar
Og nú arbeiðir Tórshavnar Býráð við enn eini nýskapandi ætlan fyri at bøta um trivnaðin í høvuðsstaðnum og tað er eitt hugskot, sum ikki stendur aftanfyri hugskotið um skoytivøllin.
Og tað er at fáa eitt tok at koyra runt í havnargøtum við ferðafólki.
Tok, sum hesi eru vælkend býarmynd nógva staðni í útlondum, men tað er so aldrin roynt í Føroyum áður.
Mangan er talan um ógvuliga litføgur og sermerkt tok, sum vekja ikki sørt ans, har tey koma framvið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, váttar, at hann er farin at kanna, um tað ber til at útvega eitt lítið býartok, sum kann koyra runt í Havnini í summar ferðafólki og havnarfólki.
Talan er sjálvandi ikki um jarnbreytartok, men um eitt tok á hjólum, har ein vognur við motori dregur nakrar tokvognar aftaná sær.
Eitt nú sigur hann, at tað kundi verið eitt frískligur táttur í ólavsøkuni at havt eitt tok sum hetta koyrandi runt í býnum.
Rundferðir í Havn
Men hann hugsar sær, at eitt slíkt tok kann brúkast til skipaðar ferðir runt um í Havnini við kønum ferðaleiðarum, sum kann greiða ferðafólkinum frá um tey ymsu húsini, býlingarnar, staðarnøvnini og annars frá ymsum søgum í hesum sambandi.
Hann leggur afturat, at ætlanin er ikki at keypa eitt tok, men at leiga eitt, í hvussu so er í fyrstu syftu.
Hann leggur kortini dent á, at hetta er ikki eitt mál, sum upp á nakran máta er viðgjørt í býráðnum, tí enn er tað bara á kanningarstigi.
Men hann heldur eisini, at tað er rættast at taka handilslívið og ferðavinnuna í býnum við upp á ráð, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin.