Fyrsta útkastið til makrelin klárt

Fyrsta útkastið til eina kunngerð um býti av makrelkvotunum er skrivað.

Kunngerðin um, hvussu tey fyrstu 60.000 tonsini av makreli í føroyskum sjógvi í ár skulu býtast, verður væntandi klár at leggja fyri Fiskivinnuráðið í kvøld. Tað sigur løgmaður við útvarpið.

Víðari sigur hann við Útvarpið, at um einar 14 dagar verður kunngjørt, hvussu hesi 60.000 tonsini verða býtt.

Enn er óvist, hvussu verður við hinum 90.000 tonsunum av makrelinum.

Løgmaður væntar, at tað ganga einar fýra vikur, áðrenn samgongan og samstarvsflokkarnir hava gjørt ein leist fyri, hvussu tað, ið er eftir av kvotuni, skal latast, skrivar Kringvarpið.

Føroyar hava ásett sær 150.000 tons av makreli í ár.