PRÀT
John Christoffer er manager hjá Guðruni Sólju Jacobsen og hinum í Stjerne for en aften. Hann er ein royndur harri, sum millum annað er manager hjá Stig Rossen.
?Eg varð biðin av Danmarks Radio um at vera manager hjá teimum fyri at hjálpa teimum ígongd. Hetta skal eg fyribils gera í eitt hálvt ár, sigur John.
Tað merkir eisini, at hann hevur nógv at gera við komandi útgávuna hjá Guðruni Sòlju Jacobsen.
Hann dugir tó ikki at siga, júst nær fløgan kemur út, men miðjað verður ímóti, at fyrsta stakfløgan kemur út í juli. Hetta er eftir ynskir frá plátufelagnum.
?Vit vita ikki enn, hvør sangurin á stakfløguni verður, men vit hava spildurnýggjan sang í huganum, sum er frálíka góður, lovar John.
Talent
Sum manager er tað kanska ikki so undarligt, at John Christoffer heldur nógv um Guðruna, men hann metir veruliga, at hon hevur nakað serligt.
?Guðrun hevur talent. Eins og við teimum stóru stjørnunum, so hoyrir tú, at hon er nakað serstakt. Møguleikarnir eru nógvir við tílíkum talenti, sigur John.