Fyrsta teldutøka teoriroyndin

Hósdagin 26. oktober 2006 var fyrsta teldutøka teoriroyndin á Akstovuni roynd við sera góðum úrsliti


Átta næmingar vóru til fyrstu teldutøku teoriroyndina í próvtøkuhølunum hjá Akstovuni hósdagin 26. oktober.
 
Royndin var til vanligan persónbil, og øll átta kláraðu royndina og kundu sostatt fara víðari til verkliga koyriroynd.
 
Nýggja tøknin virkaði sum hon skuldi og eftir royndina søgdu næmingarnir, at tað var lætt at skilja spurningarnar, sum vóru greitt upplisnir av Una Arge, fyrrverandi útvarps- og sjónvarpsmanni. Myndirnar vóru klárar og týðiligar.
 
Beint eftir at royndin var liðug, skrivaði teldan út úrslitini av royndini, við virðmerking um hvar í frálæruætlanini, møguligir feilir vóru.
 
Næmingarnir skuldu gjøgnum 25 myndir og skuldu taka støðu til umleið 90 spurningar, við at svara ja ella nei uppá spurningarnar. Tað tók 30 minuttir at avgreiða teoriroyndina.
 
Kelda: www.akstovan.fo