Fyrsta útbjóðingarumfar

Fyrst ein stór tøkk til landsstýrismannin Eyðun Eltør og hansara umsiting. Eftir mínum tykki so er hetta arbeiðið, ið liggur á tingborði, tað mest professionella, sum tann samlaða fyrisitingin hevur gjørt hetta valskeiðið. Professionelt og fakliga sterkt við øllum hugsandi og óhugsandi fyrivarnum.

Fyrst ein stór tøkk til landsstýrismannin Eyðun Eltør og hansara umsiting. Eftir mínum tykki so er hetta arbeiðið, ið liggur á tingborði, tað mest professionella, sum tann samlaða fyrisitingin hevur gjørt hetta valskeiðið. Professionelt og fakliga sterkt við øllum hugsandi og óhugsandi fyrivarnum.

Ta hetta er sagt, so eru spurningar og mál, sum eg sum javnaðarmaður ikki eri samdur við landsstýrismannin um. Hetta er sjálvandi hugsjónarligir og ikki fakligir spurningar.

Verður olja funnin við Føroyar, sum útlit eru fyri, so stendur okkara samfelag fyri tí størstu avbjóðing nakrantíð. Ein avbjóðing, sum føroysk vinna og multinationalar fyritøkur avgjørt ikki skulu verða einsamallir at taka støðu til og taka avgerðir um.

Fer oljan at renna, so fer hetta at ávirka samfelagið so grundleggjandi, at tað er óðamannaverk, at lata vinnuna einsamalla sæta sær.

Tann privata vinnan, føroysk sum útlendsk, hevur ikki skyldu til , og tekur heldur ikki samfelagsfyrilit. Hon hevur ikki heldur sum sítt fremsta endamál at skapa arbeiðspláss. Hennara fremsta endamál er at skapa profitt til partaeigararnar. Og ofta eru vinnulig áhugamál beinleiðis í stríð við samfelagsmál. Vinnan hevur til dømis onga ábyrgd av okkara bústaðarmynstri. Vinnan hevur heldur onga ábyrgd av okkara samfelagsstrukturi sum heild.

Við einari komandi oljuvinnu hava vit fyri fyrstu ferð eitt veruligt amboð at stýra uppbyggingini av samfelagnum. Og eitt komandi virksemi má og skal koma øllum landinum til góðar.

Vit megu síggja í eyguni, at eitt samlað virksemi í meginøkinum fer at avtofta útjaðaran. Tað er ikki vinnuligur, men ein politiskur spurningur, um fólk skal støðast uttan fyri høvuðsstaðin ella ikki.

Tað skal eisini nágreiniliga stýrast, hvussu nógv virksemi skal vera í landinum. Í dag er lítið og onki arbeiðsloysi. Lítil og ongin tøk arbeiðsmegi. Ein nýggj gevandi vinna kemur , um vit vilja tað ella ei, at raka okkara traditionellu primervinnu

Tað kann blíva neyðugt at innflyta fremmanda arbeiðsmegi. Heldur ikki her skal vinnan taka støðu einsamøll. Okkurt ræðandi dømi er um onkran lítlan oljustat við Persaraflógvan, har fólkatalið er økt frá 45 túsund til eina hálva millión í hálvthundrað ár. Her má stýrast eftir øðrum kúl enn bara profitti fyri eyga. Verður ikki neyv politisk stýring av støddini á virkseminum kunnu føroyingar skjótt enda sum ein minnilutið í sínum egna landi.

Tað er og verður ein politiskur spurningur hvussu vit leggja okkara samfelag til rættis.

Í hesum máli eru vit í javnaðarflokkinum grundleggjandi ósamdir við samgonguna.

Eisini eru vit grundleggjandi ósamdir við samgonguna um eitt alment oljufelag. Argumentini hjá oljumálastýrinum móti einum slíkum oljufelag sannføra ikki javnaðarflokkin.

Gongdin í Onglandi og Norra er ein fylgja av eini politiskum ráki heldur enn av samfelagsnyttugum áhugamálum. Av Thatcherskum og Bondevigskum privatiseringsherindum.


Dan Petersen, løgtingsmaður