Fyrsta tap í 12 ár

EM: Spania tapti fyri hálvum eykaliði

Bólkur D er nú endaliga avgreiddur í EM endaspælinum í Fraklandi. Kroatia, sum gjørdi heilar fimm skiftingar undan dystinum, vann óvæntað á Spania og fór avstað við 1.plássinum í bólkinum. Tað merkir, at Spania og Italia møtast í 1/8 finalunum.

 

Hesum royndi Vicente del Bosque, spanskur landsliðsvenjari, annars at fyribyrgja. Hann valdi sterkastu uppstilling, hóast Spania longu hevði tryggja sær víðari luttøku. Vicente del Bosque vildi tryggja sær fyrsta plássið.

 

Tað sá eisini gott út, tá Alvaro Morata legði Spania á odda longu aftaná sjey minuttir. Kroatia, sum hevði fimm spælarar, ið vóru í vanda fyri leikbanni, hevði valt at lata teir fimm byrja uttanfyri. Tað sást tó ikki aftur á vøllinum, tí Kroatia javnaði stutt fyri hálvleik við máli, sum Nikola Kalinic skoraði eftir upplegg frá Ivan Perisic. Sami Ivan Perisic bleiv dystaravgerandi, tá hann stutt fyri tíð skoraði upp á skjótálop.

 

Sum heild vístu fleiri á kroatiska liðnum seg frá síni góðu síðu. Teirra millum 21 ára gamli Marko Pjaca, sum spælir við Dinamo Zagreb. Hetta er fyrstu ferð í 12 ár, at Spania tapur ein dyst í einum EM endaspæli.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Turkaland 2-0 á Kekkia. Úrslitið ger, at Norðurírland hevur tryggjað sær víðari luttøku sum ein av fýra teimum bestu 3’arunum.

 

Bólkur D:

Kroatia – Spania 2-1 (0-1)

0-1 Alvaro Morata, 7

1-1 Nikola Kalinic, 45

2-1 Ivan Perisic, 87

 

Kekkia – Turkaland 0-2 (0-1)

0-1 Burak Yilmaz, 10

0-2 Ozan Tufan, 65

 

1

3

2

1

0

5

3

2

7

2

3

2

0

1

5

2

3

6

3

3

1

0

2

2

4

-2

3

4

3

0

1

2

2

5

-3

1