Fyrsta summarflogfarið til London

Atalntic Airways setti hol á summarflúgvingina til Stansted flogvøllin í London Kristi Himmalferðardag. Fyrsta flogfarið fór úr Vágum klokkan 11 í morgun við 80 ferðafólkum og úr Bretlandi koma onnur 80 ferðafólk at vitja Føroyar seinnapartin.

Atlantic Airways hevur í samstarvið við Visti Faroe Islands, gistingarhúsum og bretsku fyritøkuni Sunvil Travel lagt nógva orku í at gera vart við Føroyar í Bretlandi . Átøkini hava eisini kastað av sær.

- Vit hava ongantíð fyrr selt so nógvar ferðir til einstaklingar í Bretlandi, og tað sæst aftur hjá eitt nú gistingarhúsunum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

- Megna vit at vaksa uppaftur meiri um ferðsluna komandi ár, so skapar tað grundarlag fyri fleiri fráferðum millum Føroyar og Bretland, sigur hann.

Tað vakti eisini ans fyri Føroyum í Bretlandi herfyri, tá danska sjónvarpsrøðin »Brotsgerðin« við Sofie Gråbøl í føroyskari troyggju frá Guðrun og Guðrun varð send í BBC.

Fleiri føroysk ferðaløg fóru til Bretlands í dag og harímillum eitt mannskór úr Suðuroynni. Pakkatúrar við uppihaldi á gistingarhúsi í Londion eru vælumtóktir, men fleiri ferðast eisini í sunnara parti av Onglandi, meðan onnur brúka Stansted sum millumstøð á leiðini longur út í heim. Flogið verður tvær ferðir um vikuna - hósdag og mánadag - frá í dag Kristi Himmalferðardag og hósdagin 1. september 2011.