Fyrsta stóra tiltakið í Bylgjuni

Fólkafundurin er fyrsta høvi at síggja, hvussu nýggja tvíhøllin í Runavík roynist til stór tiltøk.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, er spentur upp undir Fólkafundin, sum í ár verður hildin í Runavík.

 

- Hetta verður fyrsta stóra tiltakið vit hava í nýggju Bylgjuni, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri. Tað er einans nakrar vikur síðani, at Bylgjan, nýggja høllin í Runavík, opnaði. Bylgjan er ein tvíhøll, har nýggi parturin av høllini er bygdur saman við gomlu ítróttarhøllini.

 

- Har er ein skjótiveggur ímillum hallirnar báðar, so at vit hava møguleika at bæði skipa fyri smærri og størri tiltøkum, alt eftir tørvinum. Eisini ber til, at hava tvey tiltøk koyrandi samstundis, í hvør sínari høll, um tørvur er á tí, sigur Magnus Rasmussen.

 

Magnus Rasmussen sigur, at fermetratalið í tvíhøllini er meiri enn tvífaldað, við nýgggja bygninginum. Bygljan inniheldur nú ítróttarhøll, hallir til estetiskan, reiðskaps- og liðfimleik, umframt fitnessøki, stórt fundarhøli og 6 umklæðingarrúm. Hon er góðar 2000 fermetrar til víddar og kostaði um 30 milliónir krónur.

 

- Vit eru sera spentir eftir at síggja, hvussu tað fer at eydnast, at hava eitt so stórt tiltak í Bylgjuni, sigur borgarstjórin, nú fyrireikingarnar til fólkafundin av álvara eru farnar í gongd.

 

Magnus Rasmussen heldur, at Fólkafundurin er eitt gott tiltak.

- Fólkafundurin hevur millum annað til endamáls at stytta um fjarstøðuna frá felagsskapum og politisikum flokkum til borgaran, samstundis sum at kjakmentanin verður stimbrað, sigur Magnus Rasmussen.

 

- Hesum góða endamáli ynskir Runavíkar kommuna so avgjørt at vera við til at menna, og tí bjóða vi okkum fram at hýsa hesum tiltaki.

 

- Fólkafundurin dregur nógv fólk til sín og vit gleða okkum at bjóða teimum vælkomnum til Runavíkar, og vísa teimum alt, vit hava at bjóða her á Skálafjørðinum, sigur Magnus Rasmussen at enda.