Fyrsta stigið til tað stóra mentanarhúsið

Klaksvík: Í farnu viku tók býráðið í Klaksvík tað fyrsta stigið til tað sum einaferð í framtíðini verður til eitt væl útgjørt mentanarhús mitt í býnum.

Á býráðsfundi týskvøldið var avgjørt, at seta ta fyrstu milliónina í ein grunn til frama fyri mentanarhúsi í Klaksvík.

Ætlanin er, at eitt slíkt hús skal kunna hýsa sjónleiki, tónleiki, list og øðrum mentanarligum tiltøkum.

Orsøkin til hetta stigið er tann sannroynd, at sera nógv listafólk eru í Klaksvík, men at umstøður teirra als ikki eru av teimum bestu:

Klaksvíkar Sjónleikarfelag telist millum tey virknastu í landinum, men hava einki egið stað, har tey kunnu framføra leikir sínar.

Tónleikinum vantar eisini eitt stað og ein pall til tær ymisku framførslurnar. Og øll teimum mongu og kreativu lestafólkunum tørvar eisini teirra stað til at mála í og hava framsýningar.

- Men ætlanin er somuleiðis at húsið skal kunna nýtast av øðrum, slær formaðurin í mentanarnevndini í Klaksvík, Jógvan Skorheim fast. – Hetta skal gerast eitt kraftsentur fyri mentanina í býnum.

Ætlanin er kortini ikki, at hetta bara skal vera eitt hús sum verður opið um kvøldarnar ella um vikuskiftini. Ein hugsan er tí at ein fær eina café ella líknandi her, soleiðis at húsið verður opið sum mest.

Enn er eingin tíðarætlan sett fyri mentanarhúsinum, men nú er skjøtul í øllum førum settur á. Kostnaðurin er mettur til omanfyri 30 milliónir krónur.

snorri@sosialurin.fo