Fyrsta stigið til Jógvan Martin!

Tað er framúr gott lag í føroyska fótbóltsheiminum. Føroyar hava megnað 1-1 á Tórsvølli ímóti Eysturríki. Bæði málini vórðu skorað fyrstu løtuna eftir steðgin, tá ið innskifti Bogi Løkin legði Føroyar framum eftir fína fríspæling frá Christiani Høgna Jacobsen.

Á so mangan hátt er talan um søguligt úrslit. Hetta er fyrsta kappingarstigið á Tórsvølli, og hetta er fyrsta stigið, sum landsliðið hevur vunnið við Jógvani Martin Olsen sum venjara.

Hetta er samstundis fyrsta stigið, sum Føroyar hava vunnið, síðani 8. oktober í 2005. Ta ferðina endaði tað 2-2 á Kypros.

Jógvan Martin Olsen segði eftir dystarlok, at hann helt, at hansara spælarar bæði høvdu verið hepnir og djarvir.

-Eg hevði vónað, at vit fóru at vinna øll stigini, men sjálvandi eru vit fegnir um at hava vunnið eitt stig.

Teir, sum í dag mannaðu føroyska liðið í dag:

1. Jákup Mikkelsen, KÍ ? 2. Jónas Þór Næs, NSÍ, Egil á Bø, EB/Streymur, Jón Rói Jacobsen, Frem DK, 3. Jóhan Troest Davidsen, NSÍ ? 9. Jákup á Borg, B36 (17. Bogi Løkin, NSÍ, 33./6. Andrew av Fløtum, HB, 74.), 4. Atli Danielsen, Frem DK, 8. Mikkjal Thomassen, EB/Streymur (7. Fróði Benjaminsen, HB, 37.), 10. Christian Høgni Jacobsen, AB DK ? 14. Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF DK, 11. Arnbjørn Hansen, EB/Streymur.