HB er ikki longur við í europeisku kappingini. Tað er greitt, eftir at HB í kvøld hevur spælt málleysan javnleik á Tórsvølli ímóti íslendska meistaraliðnum FH.
FH hevði 4-1 heimasigurin ímóti HB í viðførinum til Føroya.
2. hálvleikur var munandi meiri lívligur, enn deydligi 1. hálvleikurin hevði verið, men tað eydnaðist hvørgum partinum at gera mál.
Málleysi javnleikurin hjá HB bar fyrsta altjóða stigið við sær til føroysku feløgini í ár. Men tað verður FH og ikki HB, sum heldur fram í kappingini.
Í næstu viku skulu B36 og EB/Streymur royna seg í UEFA Cup. EB/Streymur skal spæla á heimavølli og B36 á útivølli.