Ólavur í Beiti
Viðvíkjandi eini møguligari privatisering av Føroya Banka, so vil Jóannes Eidesgaard nú hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsteni Hansen, um politisk boð eru givin frá Føroya Lansstýri til Fíggingargrunnin frá 1992 um eina partvísa privatisering av Føroya Banka, nú nevndin á komandi ársaðalfundi skal ogna sær 10 pst. av partapeninginum?
Í øðrum lagi við javnaðarmaðurin hava at vita, Hvørjar víðari ætlanir hevur nevnd bankans við teimum 10 pst. av partapeninginum? Og til síðst vil Jóannes Eidesgaard hava at vita, hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin og samgongan til eina framhaldandi privatisering av bankanum, nú hetta fyrsta stigið verður tikið?
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, greiður Jóannes Eidesgaard frá, at í lýsing dagfest 26. februar 1999 boðar nevndin í P/F Føroya Banka inn til ársaðalfund. Sagt verður frá, at ársaðalfundurin verður 26. mars 1999 og fráboðað verður, sum vanligt er, ein dagsskrá.
10 prosent
Og tað sum serliga er áhugavert, er mál nr. 6 á hesi dagsskrá, har skotið verður upp, at nevndin fær heimild til innan endan av mars 2000 at lata bankan ognast upp til 10 pst. av partapeningi bankans fyri ein kurs, sum ikki kann víkja frá seinasta almannakunngjørda innara virðinum við meira enn 25 pst.
? Rætt til at seta fram uppskot á aðalfundi bankans hevur nevndin umframt partaeigaran, sum er Fíggingargrunnurin frá 1992. Men givið er, at nevndin neyvan fer at seta slíkt uppskot fram uttan so, at nevndin frá partaeigaranum t.v.s. frá Fíggingargrunninum frá 1992 hevur fingið eitt ?signal? um, at uppskotið er í tráð við teirra ætlan.
? Men eins givið er tað, at Fíggingargrunnurin frá 1992 neyvan letur nevndini í P/F Føroya Banka slíkt ?signal? uttan so, at eigarin av grunninum t.v.s. Føroya Landsstýri hevur givið sína tilsøgn til uppskotið, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerkingunum.
Á fría marknaðin
Jóannes Eidesgaard vísur eisini til frágreiðingina fyri 1997 frá Fíggingargrunninum, har sagt verður: ? Verður politisk avgerð tikin um at fara undir at privatisera ognarviðurskiftini í Føroya Banka, er sostatt, sum landið liggur, neyðugt at gera sær greitt, at Fíggingargrunnurin ella ein annar almennur grunnur leingi aftrat fer at verða ein týðandi partaeigari í bankanum ? helst meirilutaeigari.? Eisini sigur grunnurin í somu frágreiðing: ? Hvussu nógv eigur at verða selt í fyrstu útbjóðing verður ásett eftir nærri kanning av sølumøguleikunum, men væntandi verða tað um 10 ? 25 % av partapeninginum.?
? Og nú tykist sum um, at nevnd og eigarar bankans halda, at tíðin er komin til at privatisera tey fyrstu 10%. Tá ið bankin hevur ognað sær hesi 10 pst. av partapeninginum, stendur tað bankanum frítt at gera við hesi partabrøv, sum honum lystir. Bankin kann gera av at eiga tey, men hann kann eisini selja tey á fría marknaðinum og síðan ognar sær onnur 10 pst. av partapeninginum.
Útbýtið minni
? Tá ið bankin ognar sær hesi 10 pst. av partapeninginum, merkir tað, at Fíggingargrunnurin frá 1992 eigur 10 pst. færri og fær samsvarandi minni í útbýtið. Hetta merkir í seinasta enda, at Føroya Landsstýri selur út av ognum sínum við tí fylgi, at útbýtið komandi ár verður samsvarandi minni.
? Sostatt kann hesin ársaðalfundurin 26. mars 1999 verða fyrsta stigið til eina privatisering av Føroya Banka. Hóast Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur sagt seg sinnaðan at fara undir eina privatisering av bankanum, so verður hetta neyvan gjørt, uttan so, at veruligi eigarin t.v.s. Føroya Landsstýri er samdur í hesum, sigur Jóannes Eidesgaard at enda í viðmerkingum sínum til fyrispurningin um privatisering av Føroya Banka