Fyrsta stig at bjarga eini syrgligari lagnu

- Fyrsta stigið at steðga eini syrgiligari lagnu er at vit boða myndugleikum frá, tá ið børn eru fyri ágangi ella misrøkt.
Tað sigur Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya.
Í summar samtykti Løgtingið nýggjar og strangari reglar fyri, nær og hvussu vit hava skyldu at boða myndugleikunum frá, tá ið børn eru fyri harðskapi ella misrøkt.
Og nú eru Barnaverndarstovan, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, og fútin, farin undir eitt miðvíst átak at varpa ljós á fráboðanarskylduna.
Hetta er eitt átak, sum varar líka til 2015 og har ætlanin er at greiða frá, hvat skyldan ber í sær at boða frá, tá ið børn eru fyri ágangi ella verða misrøkt.

Størri ábyrgd
Í hesum sambandi var kvøldseta í Norðurlandahúsinum í farnu viku, har Jonhard Kletheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Heilsumálaráðnum og í Almannamálaráðnum, greiddi frá, hvørjar skyldir og ábyrgdir liggja á hvørjum starvsfólki, sum hava við børn at gera.
Men eisini vanlig fólk hava beinleiðis skyldu at boða frá, varnast tey, at børn ikki hava tað gott.
- Tað nýggja er, at nú hava starvsfólk, sum fáast við børn í sínum dagliga yrki, og sum hava varhugan av at tey eru fyri ágangi, ella verða misrøkt, hava beinleiðis skyldu til at boða barnaverndini frá, greiddi Jonhard Klettheyggj.
Áðrenn var tað so, at, at starvsfólk skuldu bara boða frá, tá ið tey fingu kunnleika til, at børn verða misrøkt ella eru fyri ágangi.
- Men nú er fráboðanarskyldan sostatt herd, soleiðis, at nú skal eisini boðast frá, tá ið starvsfólk hava orsøk til at halda, ella varhugan av, at okkurt er galið.
Og tá ið tosað verður um fakfólk í hesum høpi, verður ikki bara hugsað lærarar, pedagogar og heilsufrøðingar.
Fráboðanarskyldan fevnir um øll, sum hava eitt arbeiði, har tey hava við børn at gera, eisini sjúkrarøktarfrøðingar, tannlæknar, læknar, sálarfrøðingar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, sosialráðgevar, dagstovnaleiðarar, dagrøktarar og prestar.
Men tað sama er eisini galdandi fyri onnur, ið hava eitt starv, har tey hava við børn at gera, eitt nú privat vinnurekandi, sum veita veita børnum sosialar tænastur ella ráðgeving í sambandi við atferðartrupulleikar, uppaling og annað.

Bróta ikki tagnarskylduna
Jonhard Klettheyggj ger eisini vart við, at skyldan at boða barnaverndunum frá kemur fram um tagnarskylduna.
- Tað merkir, at starvsfólk kunnu ikki lata vera við at boða barnaverndunum frá slíkum viðurskiftum tí eru bangin fyri at bróta tagnarskylduna, tí tað gera tey ikki.
- Tagnarskylda snýr seg um at lata upplýsingar frá sær av órøttum. At boða frá ágangi ímóti børnum, ella at børn verða misrøkt, er ikki at geva upplýsingar frá sær av órøttum og tí gongur tað fram um tagnarskylduna.
Tann, sum boðar frá skal vera navngivin.
- Tað merkir so, at familjan fær kunnleika til, hvør tað er, sum hevur boðað frá. Hinvegin kunnu viðkomandi starvsfólk afturfyri vísa á, at tað hevur beinleiðis skyldu at boða frá og kann verða revsað, um so er, at tað letur sum onki.
- Men tað skal vera ein fráboðan eftir eini ítøkiligari meting, har starvsfólkini út frá síni faklig vitan, varnast, at okkurt er áfatt.
Talan kann vera um alt møguligt, heilt frá vanrøkt við tað, at børnini ikki hava matpakka við í skúla, eru skitin og órøkt, til ein illgruna um kynsligan ágang og harðskap.
Hinvegin vilja fakfólk sjálvandi altíð fyrst umhugsa, um talan er um ein trupulleika, sum kann loysast í skúlanum ella barnagarðinum, ella har, barnið er, kanska saman við familjuni.
- Starvsfólk hava eisini skyldu til at kunna foreldrini, áðrenn tey boða barnavendini frá.
Men er talan um beinleiðis revsiverd viðurskifti, eitt nú kynsligan ágang ella harðskap, skal tað ikki gerast, tí tá eiga starvsfólkini at fara til myndugleikarnar beinanvegin.
Jonhard Klettheyggj staðfesti somuleiðis, at fráboðanarskyldan hjá starvsfólki er persónlig.
Tað merkir, at tað er hvørt einstakt starvsfólk hevur skyldu at boða frá, tá ið tey varnast okkurt illgrunasamt.
Tey skulu sostatt ikki fyrst venda sær til leiðsluna á barnagarðinum ella skúlanum, ella hvar tað er, við málinum, ella fyri at fáa loyvi at boða frá.

Munur á
Fráboðanarskyldan fer mun á fólki, sum hava við børn at gera í sínum starvi, og øllum øðrum borgarum.
Vanlig fólk hava skyldu til at boða barnaverndini frá, tá ið tey fáa kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn.
Men vanlig fólk kunnu vera dulnevnd, tá ið tey boða frá.
- Tá ið starvsfólk boða frá einum máli, gera tey tað sum professionell starvsfólk við sínari vitan, har tey brúka sína fakliga kunnleika sum grundarlag.
Men vanlig fólk, sum vilja gera vart við viðurskifti, sum eru galin, eru ofta fólk, sum standa barninum og familjuni ógvuliga nær, ein omma, ein fastur, ein granni, ella okkurt sovorðið.
- Skulu tey vera navngivin, er vandi fyri, at at familjan, sum verður klagað, slær hondina av teimum og at barnið, kært verður um, sostatt eisini missur sambandi við kæraran.
Í hesum føri er bara talan um, at fólk gera barnaverndina varuga við, at tey halda, at okkurt ikki ruggar rætt.
So stendur tað til barnaverndina sjálva at kanna um viðurskiftini og vita um hald er í illgrunanum.
Kemur barnaverndin til somu niðurstøðu, verður málið tikið upp og tá er tað ikki tann ónavngivni fráboðarin, sum reisir málið, men barnaverndin.
Skyldan hjá starvsfólki, sum arbeiða við børnum, at boða frá, fevnir bara um viðurskifti, tey koma fram á í sínum starvi.
Tá ið tey hava frí, hava tey somu fráboðanarskyldu sum øll onnur.
- Vit kunnu hugsa okkum eitt dømi um ein lærari, sum hevur barnið hjá grannanum í skúlanum, men sum onki varnast við barninum í skúlanum.
- Men um kvøldið fær hann illgruna um, at okkurt er á vási, so skal hann boða barnaverndini frá.
Men hetta merkir so eisini, at skótaleiðarar, ítróttarleiðarar, samkomuleiðarar og onnur, sum eru um børn og ung í frítíðini, uttan at hava tað sum starv, hava ikki fráboðanarskyldu sum starvsfólk, men bara sum vanligir borgarar.

Ófødda barnið
Jonhard Klettheyggj leggur eisini dent á, at skyldan at fráboða barnaverndini um óreglulig viðurskifti, snýr seg eisini um tað ófødda barnið.
- Tað stendur beinleiðis í lógini, at bæði starvsfólk, og fólk annars, hava skyldu at boða barnaverndini frá, tá ið mett verður, at kvinna, ið er við barn, hevur tørv á stuðli, eitt nú vegna rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.
Tá ið barnaverndin hevur fingið eina fráboðan, skal hon í seinasta lagi eina viku seinni, kanna málið og meta um, antin kanningar skulu setast í verk ella ikki.
Har talan um um starvsfólk, sum boðar frá, skal Barnaverndin eisini siga teimum frá, at fráboðanin er móttikin.
- Tá ið fakfólk boða barnaverndini frá, hava tey krav upp á at fáa eina afturmelding um, at fráboðanin er komin í rættar hendur.
Tá ið lógin varð smíðað, var ætlanin, at fakfólk, sum boða barnaverndini frá einum máli, skuldi eisini fáa at vita frá barnaverndini, at nakað er gjørt í málinum og at tiltøk eru sett í verk.
Tað skuldi tó ikki upplýsast akkurát, hvørji tiltøk eru sett í verk, ella hvør tann ítøkiligi trupulleikin er.
Men hesa ásetingina gjørdi Løgtingið so av at strika, tí hildið var, at tað var nóg mikið, at fráboðarin fekk eina móttøkuváttan.

Leys av málinum
Jonhard Klettheyggj staðfestir, at tað hevur ofta ørkymlað tey, sum boðað barnaverndini frá, at tey onki hava hoyrt aftur.
So eru tey komin til ta niðurstøðu, at tey hava boða frá, men at onki hendi í. Tað hevur eisini fingið summi at halda, at tað nyttar onki at boða frá, tí onki verður gjørt við tað kortini.
- At onki hoyrist aftur, merkir als ikki, at onki hendir í málinum, sigur Jonhard Klettheyggj.
Barnaverndin skal nevniliga ikki siga fráboðaranum frá, hvat hendir í teimum einstøku málunum.
- Tann, sum boðar barnaverndini frá einum máli hevur gjørt sína skyldu og so er viðkomandi fráboðari leysur av málinum. Síðani er tað myndugleikin, sum hevur skyldu at eftirkanna fráboðanina at vita um tiltøk skulu setast í verk.
- Øll hava fráboðanarskyldu, men tað er barnaverndin, sum skal viðgera fráboðanina.

Kunnu revsast
Løgfrøðingurin staðfesti eisini, at verður fráboðanarskyldan ikki hildin, kann tað verða revsað.
Tann, sum verður varugur við óreglulig viðurskifti, men ikki boðar barnaverndartænastu frá, kann revsast við bót ella hefti upp til tríggjar mánaðir, segði hann.
Annars man tað vera sjáldan, at nakar verður revsaður fyri at hava misrøkt sína fráboðanarskyldu.
- Men hetta er ein lyftur fremstifingur, sum minnir okkum á, at røkja vit ikki okkara skyldur á hesum øki, kunnu vit verða revsað, sigur Jonhard Klettheyggj. Annars staðfestir hann, at fráboðanarskyldan í sær sjálvum loysir ongan trupulleika.
- Skal tað eydnast at loysa trupulleikan, hevur tað eisini avgerðandi týdning, at tey, sum skulu eygleiða og meta um standin, børnini eru í, hava neyðugu fortreytirnar fyri at gera tað. Og somuleiðis mugu myndugleikarnir, sum skulu handfara málini, hava neyðugu fortreytirnar til tað segði Jonhard Klettheyggj