Flogbóltskvinnurnar hjá ÍF skulu fyri fyrstu ferð royna seg í eini steypafinalu leygardagin. Í løtuni liggja tær á øðrum plássi í landskappingini, men kortini vilja tær ikki átaka sær leiklutin sum favorittur í steypafinaluni.
? Hóast vit hava havt gott tak á TB í ár, so er ongin favorittur leygardagin, tí alt kann henda í eini finalu, sigur Annika Rasmussen úr ÍF.
Annika sigur tær eru sera spentar til finaluna, og tær hava góðar vónir undan dystinum.
-Vit ætla gera alt fyri at vinna dystin, og fáa vit okkara spæl at hanga saman, so skuldi verið góðar fortreytir fyri tí, sigur miðjan á ÍF-liðnum
Spurd um hon metti steypafinaluna vera tað størsta innan flogbóltin, svaraði Annika, at tað er tað blivið til seinastu árini.
? Tað hevur stóran týdning fyri flogbóltin, at fjølmiðlarnir gera so nógv burturúr, og tað er eisini stuttligt fyri spælararnar, at tað verður gjørt so nógv burturúr, sigur Annika Rasmussen at enda.










