Vinnarin av Singer/Songwriter kappingini í fjør, Lisa Í Dali, hevur júst verið í upptøkuhølunum og spælt inn sítt fyrsta staklag. Sangurin eitur Princess, og um stutta tíð verður sjónbandalag gjørt til lagið.
- Teir báðir Kenneth Jørgensen og Rógvi Rasmussen fara at gera eitt sjónbandalag til henda sangin í samband við teirra sveinastykkið á Medieskúlanum í Viborg, har teir læra til fotograf, sigur Lisa í Dali. Tann 25 ára gamla havnadaman hevur havt úr at gera, síðani hon seint í vár vann Singer/Songwriter kappingina.
- Eg havi spælt til nógv ymisk tiltøk, bæði á stórum konsertum sum til dømis á G!Festivalinum og Summarfestivalinum. Harafturat havi eg spælt til onkran føðingardag, og tað dámar mær eisini væl, greiðir Lisa í Dali frá.