Fyrsta stóra keypið veruleiki

Í fjør sat hann á bonkinum á Tórsvølli, nú er hann fyrsta stórkeypið í Premier League í ár

Manchester City hevur kunngjørt, at felagið hevur keypt 22 ára gamla portugisan, Bernadro Silva frá fronsku meistarunum Monaco. Í fyrstu atløgu kostar hann áleið 430 milliónir krónur, men gongur væl, so kann prísurin blíva heilt upp til 600 milliónir krónur.

 

Bernardo Silva hevur hetta kappingarárið verið partur av liðnum hjá Monacon, sum umframt at vinna fronsku landskappingina fyri fyrstu ferð síðani 2000, eisini megnaði at koma heilt til hálvfinaluna í Champions League. Millum annað við at vinna samanlagt á júst Manchester City.

 

Portugisin verður lýstur sum ein nýggjur David Silva, men við eitt sindur meiri beinleiðis spæli. Báðir eru bóltsnillingar við góðum fótbóltshøvdi og lætt bygdir. David Silva hevur í fleiri ár verður skapandi miðvallarin hjá Manchester City. Nú eru teir tveir Silva, sum skulu skapa spælið.

 

Hann var við portugisiska landsliðnum, sum vann 6-0 á Tórsvølli í fjør. Tá sat hann á bonkinum allan dystin.

 

Pep vil hava fleiri spælarar

Manchester City vann einki steyp í ár og bleiv nummar trý í Premier League. Tað verður ikki mett sum gott nokk. Nú skal Pep Guardiola, venjari, styrkja um liðið meta bretskir fjølmiðlar. Ein teirra, sum skal styrkja liðið er vinstri bakkurin hjá sama Monaco, Benjamin Mendy.

 

Ein annar er høgri bakkurin hjá Tottenham, Kyle Walker. Hann er í samráðingum við Tottenham um nýggjan sáttmála, men partarnir koma ikki á mál. Umframt tað, so verður eisini sagt, at Manchester City vilja hava unga stjørnuskotið í málinum hjá AC Milan, Gianluigi Donnarumma.

 

Bretskir fjølmiðlar gita óført í løtuni um møgulig spælarakeyp. Nú er fyrsta stóra keypið veruleiki. Tí er ikki óhugsandi at onkur av hinum feløgunum fara at røra upp á seg nú.