Leygarkvøldið verður ein forvitnislig konsert við ungu songkvinnuni Kristinu Bærendsen í Løkshøll í Runavík. Kristina Bærendsen, ið er dóttir navnframa gospelsangaran Alex Bærendsen, er mest kend sum kór- og duetsangari hjá countrykonginum Halli Joensen, men komandi leygarkvøld verður hon á palli við egnum bólki og hevur sína allarfyrstu solokonsert.
Atgongumerki eru í forsølu í gávuhandlinum Sense í Runavík, og somuleiðis verða atgongumerki seld við dyrnar ein tíma undan konsertini.