Fyrsta smálambið komið

Vit plaga at siga, at tá ið fremstu teknini um, at tað várið er komið og at summarið er í hond, tað er, tá ið smálombini koma.

Um tað er eisini er so í hesum føri, skal vera ósagt. Men í øllum førum er ársins fyrsta smálamb longu komið.

Nattúrufrábrigdi


Tað er ein ær hjá Hermund Hammer í Hvalba, sum longu hevur lembt.

Tað var týsdagin, at tey gjørdu stór eygu, tá ið tey fóru at hyggja eftir ærini, tí undir liðini á henni gekk eitt nýlembt, nossligt veðurlamb. Tey høvdu ikki ansað eftir, at ærin var kvigin, so hetta var heilt óvæntað.

Ærin hevur nóg mikið at geva, so tað er ongin orsøk til at taka lambið frá henni, sigur eigarin.

Ærin, sum eigur lambið, má sigast at vera ein sjáldsom ær. Hon var heimalamb og er nú trævut. Tá ið hon var tvævut í 1999, kom hon eisini í bløðini, tí tá lemdi hon tvær ferðir. Fyrru verð, hon lembdi í 1999, var 12. apríl og aðru ferð var 16. oktober. Fyri hetta ?bragdið? er ærin komin í ta føroysku metbókina.

Í fjør lembdi hon sum vanligt, tann 29. mai.

Men týsdagin lembi hon so aftur. Hon er blivin brundað ímeðan hon gekk inni á eini trøð í heyst, har veðrur eisini varð inni, veðrurin var heimalamb.

Hermund Hentze og tey eru von at gera væl við seyðin og uttan at hava orðið á teimum má ásannast, at tey hava vanliga sera góðan seyð. Tann, sum vil hava hetta váttað, kann minna seg aftur á seyðasýningar, sum hava verið, tí har haðani hava tey ein hóp av steypum.