Fyrrapartin í gjár varnaðust fólk í Trongisvági at ein ær gekk við einum smálambi.
Veðrið í gjár var ikki av tí allarbesta, men hetta tóktist ikki nerva hetta lambið sum steig síni fyrstu fet.
- Ein heldur skirvislig og trilvandi byrjan á lívsleiðini, nú trygga umhvørvið í móðurlívi er skift út við áhaldandi avbjóðingar og vandar uttanífrá.
- Og tó síggja vit her eisini lívjáttanina, treysti og áhaldni til at koma fyri seg og klára seg í nýggja umhvørvinum, skrivar Suðurrás.
Hetta lambið gongur við ovara vegin í Trongisvági, og var lembt fáar tímar, áðrenn myndamaðurin hjá Suðurrás kom framvið teiginum um middagsleitið í gjár.