Fyrsta slagið um Havnina í kvøld

Í kvøld, mikukvøldið, bresta havnarliðini HB og B36 saman í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. HB-liðið er fullmannað, meðan B36 má klára seg uttan stríðsmannin á miðvøllinum, Klæmint Matras, sum hevur meitt sær fótin

Tær báðar krígslegurnar í Gundadali fyrireika seg til fyrsta veruliga slagið í hesum kappingarárinum. Bólkaspælið er farið afturum bak, og liðini skulu nú royna seg í fjórðingsfinaluni.
Til henda dystin hevur HB hvørki skaðar ella leikbann at dragast við, og tað er nakað nýtt í hópinum hjá HB, sum var sera illa raktur av skaðum í fjør.
B36 hevur hinvegin ein spælara sitandi uttanfyri við skaða. Tað er Klæmint Matras, sum spælir á defensiva miðvøllinum hjá B36. Hann forstúvaði fótin í venjing fyri trimum vikum síðani, og hann er ikki sloppin av við skaðan enn. Tí má Piotr Krakowski finna ein annan leikara at røkja uppgávuna hjá Klæmint.
? Eingin ivi er um, at hetta er ein stórur smeitur fyri liðið og ein missur á miðvøllinum, sigur John Petersen, liðformaður hjá B36. Hann vísir tó á, at Klæmint ikki hevur verið við tveir teir seinastu dystirnar, og tí kann liðið venja seg við at spæla uttan Klæmint.
Jens Kristian Hansen hevur drigist við ein skaða seinastu tíðina, men hann er við aftur móti HB, og John Petersen er eisini komin fyri seg, hóast hann ikki vandi mánadagin undan dystinum.

Vind eller forsvind
Eingin ivi er um, at ein sigur hevur alstóran týdning fyri bæði liðini mikukvøldið. Eitt er, at hetta er fjórðingsfinalan í steypakappingini, men hetta er samstundis ein grannauppgerð millum tveir argar fíggindar.
? Hesin dysturin skal bara vinnast. Tað er ?vind eller forsvind?. Eingin ivi er um, at hetta verður ein harður dystur, sigur Rúni Nolsøe, liðformaður hjá HB. Og liðformaðurin hjá B36 er samdur.
? Hetta verður óivað ein tættur og intensur dystur, tí nógv stendur uppá spæl. Tað kann væl enda við eini brotssparkskapping, heldur John Petersen.
Hann vísir á, at B36 kanska hevur eitt lítið sálarligt yvirtak, tí tað B36 hevði gott tak á HB í fjør, men hinvegin ásannar John, at HB hevur verið sera væl spælandi í bólkaspælinum, har teir ikki taptu nakran dyst. Hjá B36 hevur gingið heldur striltið seinastu dystirnar, har teir hava tapt móti NSÍ, VB og so ÍA sunnudagin.
Rúni Nolsøe hevur góðar vónir til dystin, og hann heldur, at leikararnir hava lagt árið fjør afturum bak.
? Hetta er eitt nýtt kappingarár, og tað hevur gingið væl í steypakappingini, hóast spælið ofta kundi verið betri, men vit eru í góðari venjing upp til fjórðingsfinaluna, heldur Rúni Nolsøe.
Í kvøld skulu liðini so standa sína fyrstu veruligu styrkiroynd í hesum kappingarárinum. Ilt er at vísa á nakran favoritt undan dystinum, men um hugt verður at dagsforminum og úrslitunum í seinastu dystunum, so hevur HB kanska munin.