TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrra tíman av ítróttarsendingini, sum var send á Rás2 millum klokkan 10 og 12 fyrrapartin í dag.
Í tí fyrra tímanum vitjaði Gunnar Streymoy, forseti í Lion´s Club í Tórshavn til eitt prát um stórsteypadystin millum KÍ og Víking, sum Lion´s Club saman við FSF skipar fyri á hvørjum ári.
Í einum afturhvarvsinnslagi var litið aftur á minniliga U21 EM-undankappingardystin í juni í 2009, tá Føroyar vunnu 1-0 á Russlandi við einum máli, sum Jóan Símun Edmundsson skoraði.
Tróndur Arge fekk orðið á nýggja HB-spælaran, Martin Bergvold, og Tróndur Arge og André Olsen viðgjørdu eisini føroysku fótbóltsútisetar og útlendskan fótbólt.