Fyrsta skrædlið hjá Skála í ár

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen heldur, at serliga í fyrra hálvleiki stóð illa til ímóti Víkingi í dag

Aftaná seks javnleikir, ein sigur og tvey tepur tap rendi Skála seg inn í sítt fyrsta skrædl í dag, tá liðið tapti 0-4 ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen staðfestir, at fyrri hálvleikur har Skála var aftanfyri 0-3 í steðginum var eitt vánaligt avrik, har teir hjá Skála slettis ikki vóru klárir at demma upp fyri deyðbóltsstøðunum hjá Vìkingi. Avrikið var nakað frægari í seinna hálvleiki.

 

Nú gera skálamenn klárt til heimadyst ímóti KÍ á Tórsvølli komandi fríggjakvøld. Pætur Dam Jacobsen slær fast, at teir ætla ikki at fokusera nakað uppá hvar dysturin verður spældur, men heldur, at hann verður spældur, og at Skála avrikar væl ímóti KÌ. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var beinleiðis á Rás2 við Pætur Dam Jacobsen fyrr i kvøld.