Fyrsta skotið í Vágum

Fyrsta skotið til undirsjóvartunnilin vágamegin varð latið av týsdagin. Formaðurin í Felagfskommununi í Vágum trýsti á knøttin

 

Samferðsla

á Reynsbakka

 

Eitt buldur. So aftur eitt - og eitt aftrat. Og so var sum í Orminum Langa, at roykur stóð til skýggja upp. Men ikki litaðist Sundið reytt kortini, men var framvegis blátt og vakurt at síggja.

Tað koma fleiri innbodnir gestir í land av Ternuni á Oyrargjógv. Tað stendur ein bussur fyrin teimum, og skal flyta teir suður til inntakið suðuri á Reynsbakka, har fyrsta skotið til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund skal skjótast Vágamegin.

Illa nokk eru buldrini frá tunnusláingini í gjár tagnað, áðrenn fólk aftur leggja til brots at hoyra fleiri brestir. Við arbeiðsvegin oman fyri Fútaklett er fólk á gongd. Vágafólk, sum fara suður at hygga at, tá skotið verður. Bussurin steðgar og tekur uppí. Og soleiðis heldur hann á, til fult er. So tey, sum fyrst fóru, noyðast at ganga, tí tey vóru komin ov langt, áðrenn bussurin kom.

Tað er nevniliga so, at ikki slepst suður til munnan við persónbilum. Bara hesin bussurin og onkur hendingur annar bilur við serligum loyvi sleppa suður eftir arbeiðsvegnum.

Og so hjálpir tað ikki, um ein er løgtingsmaður fyri Vágar. Tann, sum ikki er við bussinum, sleppur at ganga suður.

Fólkarúgvan veksur, alt meira verður komið suðureftir. Og suðuri við inntakið er væl av fólki savnað. Her eru bæði kommunalpolitikkarar úr Vágum, vágafólk annars og almennir gestir, sum komnir eru aðrastaðni frá til at vera við hesa løtuna.

Tó landspolitikkarar eru ongir at síggja, uttan annar vágatingmaðurin, sum ikki hevur verið í Tinginum í dag. Hin, sum var á tingfundi fyrrapartin, varð ov seinur og mátti bíða, til skotið var, tí løgreglan vildi ikki lata fólk ganga eftir vegnum, meðan vandi var fyri flúgvandi gróti. Aðrir løgtings- og landsstýrismenn vóru upptiknir av Brimli í Løgtinginum.

Nakað norðan fyri sjálvt boriplássið bíður stjórin í P/F Vágatunnlinu, Dávid Reinert Hansen, vælkomin, Hann sigur eitt sindur um gongdina í málinum.

Hann sigur millum annað, at skotið verður í grundini ein mánað fyrr, enn roknað varð við frá byrjan. Og tað kemst av, at vegarbeiðið, sum byggifelagið J&K Petersen stendur fyri, varð handað NCC, sum skal gera sjálvan tunnilin, ein mánað undan tíðarætlanini.

Síðan verður farið heilt oman at berginum, har arbeiðsleiðarin hjá NVV greiðir frá, hvussu løtt er, og hvussu ætlanin er at gera.

Her eru ongar máttur ella annað lagt fyri, so væntast kann, at skotið fer norður gjøgnum hagan ella eftir vegnum. Tí verða øll, sum saman eru komin, beind nakað væl niðan suður um sjálvt benið. Her skulu ikki takast nakrir kjansir.

Og tað hóvaði ikki myndamanninum, tí nú for møguleikin fyri at fáa eina mynd av sjálvum skotinum. Well, so er bara t royna tað næstbesta og vóna at fáa grótrok ella royk.

Formaðurin í Felagskommununi í Vágum, Durita Jacobsen, bygdarráðslimur í Miðvági, fekk tann heiður at trýsta á knøttin, sum loysti fyrsta skotið av.

Tá tað er gjørt, fer allur riðilin norður aftur eftir vegnum at síggja hvussu vorðið er. Nógv ganga og heinta sær steinar at hava til minnis um hendan dagin, eins og gjørt varð, tá fyrsta skotið varð latið av í Leynum í fjør.

Síðan bjóða vertirnir ein kaffimunn og smákøkur í arbeiðsskúrinum við inntakið, áðrenn alt fólkið heldur sína leið norður eftir arbeiðsvegnum aftur.

Summi við bussi og onnur til gongu. Bussurin við innbodnu gestunum heldur aftur á Oyrargjógv, meðan flestu av hinum, sum hava verið og hugt at, fara til bilar sínar , sum standa parkeraðir fram við landsvegnum oman fyri Fútaklett.