Líkindini eru góð at rógva kapp í Hvalvík. Har verður um eina lítla løtu farið undir 2. FM kappróðurin í ár.
44 bátsmanningar luttaka í kappingini.
Líkindini eru fín. Sólin sær, og nú er tað so at siga stilli.
Fyrsti FM róðurin verður millum 5-mannaførini við dreingjum.
Nógvir bilar eru fram við kappróðrarøkinum í Hvalvík, og tey eru eisini fleiri, sum hava leitað sær á havnarlagið.