Fyrsta skotið í Hovstunlinum

Klokkan eitt í gjár varð fyrsta skotið latið av í Hovstunlinum. Um eitt ár er væntandi, at tunnilin er boraður ígjøgnum

 
Hovstunnilin

 
Nú er rættiligur skjøtil settur á arbeiðið at bora tunnilin ímillum Øravík og Hov.
Tað hendi klokkan eitt í gjár, tá ið fyrsta skotið varð latið av og nú verður so arbeitt uttan íhald, til tunnilin er boraður ígjøgnum.
Tað er íslendska felagið, Ístak, sum ger arbeiðið og teir hava annars verið á staðnum síðani tíðliga í vetur, men hesa tíðina hava teir brúkt at fyrireika arbeiðsplásið og at gera inntakið klárt at sprongja í.
Bogi Hansen, verkfrøðingur, sum hevur eftirlitið við arbeiðnum fyri Landsverk, sigur, at væntandi er, at komið er ígjøgnum tunnilin um eitt ár og í desember 2007, skal hann verða klárur at taka í nýtslu.
Hann sigur, at er vísir fjallið seg ikki at vera heilt ringt at arbeiða í,  ivast hann ikki í, at tíðarfreistin fer at halda.
Hinvegin vita  teir útfrá teimum kanningum, sum eru gjørdar, at tilfarið er ikki av tí besta allastaðni.
Serliga Øravíkarmegin, har teir eru byrjaðir at bora, er fjallið vánaligt einar 100 metrar inn.
Men eisini mitt í fjallinum er ein lind upp á einar 400-500 metrar, sum er vánalig.
Annars verður mett, at fjallið er gott, men full vissa fæst ikki, fyrrenn borað verður.
Tunnilin verður slakan 2,5 kilometrar metrar langur og harafturat skulu góðar 2200 metrar av vegi gerast av nýggjum ella broytast.
Í neðra er tunnilin 9,5 metrar breiður og koyribreytin er 7 metrar. Atkomuvegirnir eru 7 metrar breiðir við 1,25 metra breiðari vegøksl á hvørjumegin.