Fyrsta skot fyri Eysturoyartunnlinum

Týsdagin 21. februar kl. 14 verður fyrsta skot latið av fyri Eysturoyartunnlinum.

 

Fyrsta skot verður latið av við tunnilsmunnan á Strondum og nú byrjar arbeiðið av álvara uppá at knýta Skálafjørðin við Havnina.

 

Tunnilin verður tilsamans góðar 11 kilometrar.

 

Byggitíðin verður mett at verða trý til fýra ár og tí skal tunnilin eftir ætlan verða liðugur í 2019-20.

 

Næstur í røðini verður so Sandoyartunnilin. Hann skal eftir ætlan byrja í 2018 at standa liðugur í 2023.