Fyrsta skipið við salti

Í gjár kom fyrsta lastin av salti til nýggju saltgoymsluna hjá MJ Saltsølu á Toftum. Tað er skipið Wilson Aveiro, sum er komið úr Ibiza við 3.000 tonsum av salti.

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at hóast nýggi bygningurin hjá MJ Saltsølu ikki er liðugur, er høllin, har saltið skal goymast, kortini liðug.

- Eftir ætlan skal allur bygningurin standa liðugur á ólavsøku, sigur stjórin í MJ Saltsølu, Magni Johannesen, við heimasíðuna hjá Nes kommunu.

Tað er J & K Petersen, sum byggir nýggju saltsøluna á Toftum.