Fyrsta skip í heiminum við BRC-góðkenning á A-stigi

Herfyri hevði flakatrolarin Skálaberg, sum fiskar í Barentshavinum, vitjan av trimum konufólkum, harav tvey teirra umboðaðu Det Norske Veritas. Skipið hevur nú sum fyrsta skip í heiminum fingið eina sonevnda BRC-góðkenning á A-stigi

Góðkenning

 

”Ein lítil heilsan úr Barentshavinum. Veðrið er gott, men her er einki fiskarí...”

Soleiðis byrjar teldubræv, sum vit á Sosialinum fingu frá einum av manningini umborð á Skálabergi í síðstu viku.

 

Kvinnulig vitjan

Næstsíðsta vikuskifti vóru tríggjar kvinnur á vitjan umborð á Skálabergi. Tvær teirra, Drós í Ólavstovu og Vibeke Bagger, umboðaðu Det Norske Veritas og Durita í Grótinum umboðaði JFK-Trol sum góðskustjóri.

Endamálið við ferðini var at kanna eftir, um Skálaberg nú lýkur tey krøv, sum Det Norske Veritas setir, um skipið skal kunna fáa eina sonevnda BRC-góðkenning á A-sigi.

Drós í Ólavstovu, sum hevur fyritøkuna Quality Consulting, arbeiðir í hesum sambandi fyri Det Norske Veritas og umboðar stovnin í sambandi við hesa góðkenning.

Quality Consulting hjálpir fyritøkum, sum arbeiða við matvøru og skipar eitt nú fyri skeiðum í matvørureinføri og matvørutrygd.

Nú Skálaberg, sum helst fyrsta skip í heiminum hevur fingið hesa BRC-góðkenning á A-stigi, hevur Drós sitið hinumegin borðið, sum umboðandi tann góðkennandi partin – og ikki tann ráðgevandi.

- Í hesum førinum hevur mín uppgáva soleiðis ikki verið ráðgevandi, men ”dømandi”, sum hon tekur til.

 

Út við bátum

Drós og Vibeke umboðaðu soleiðis Det Norske Veritas, sum skuldi góðkenna ella vraka Skálaberg í sambandi við ætlaðu BRC-góðkenningina á A-stigi.

- Vit fóru úr Kirkenes í Noregi og sigldu haðani út til Skálaberg, sum fiskaði í russiskum sjógvi. Ferðin út á skipið og heimaftur tók umleið hálvan fjórða tíma hvønn vegin. Vit vóru umborð á skipinum í stívliga eitt samdøgur tilsamans.

Drós sigur, at tá ið allar kanningar umborð vóru lidnar, staðfesti Det Norske Veritas, at Skálaberg hevur fingið BRC-góðkenning á A-stigi.

- Mær vitandi hevur rækjuvirkið hjá O.C.Joensen á Oyri hesa góðkenning, men annars haldi eg ikki, at onnur virkir ella skip her um okkara leiðir hava hesa góðkenning.

 

Bretskur standardur

Hon sigur, at BRC er ein bretskur standardur, sum kann brúkast um allan heim.

- Hetta er ein standardur, sum bretsku matvøruketurnar hava tikið seg saman um at gera, og hann fevnir um eina røð av tingum, sum skulu fylgjast – alt frá reinføri, framleiðslu til viðlíkahald, sigur hon.

Drós sigur, at henni kunnugt hava keyparar higartil ikki kravt, at matvøruframleiðarar skulu kunna skjalprógva ein BRC-standard, men hon heldur, at góðkenningin, sum Skálaberg nú hevur fingið, kann geva skipinum betri atgongd til eitt nú nýggj viðskiftafólk.

- Vit kunnu siga, at Skálaberg við hesi góðkenning er forgangari á hesum øki, og spurningurin er, nær slíkar góðkenningar sum henda verða sett sum krøv til matvøruframleiðarar.

 

Gott vørumerki

Hon ivast onga løtu í, at ein slíkur standardur er eitt gott vørumerki at hava hjá einum framleiðara.

- Tað er nógv meira vanligt í øðrum londum, at fyritøkur, sum framleiða matvørur, hava góðkenningar av ymiskum slagi á sínum vørumerki, sigur Drós.

Hon vísir á, at nú verður arbeitt við at fáa allar ISO-góðkenningarnar lagdar í eina góðkenning, sum verður rópt ISO 22000.

- Endamálið við hesum er at gera tað einfaldari, so sleppast kann undan fleiri ymiskum iso-góðkenningum, soleiðis at vit fáa eina altjóða iso-standars á hesum øki, sigur Drós í Ólavstovu.