Fyrsta sjóvarfalsorkulund í Hestfirði

Samlaði mátturin í lundini verður umleið 30 MW.

Gongst sum ætlað, verður Hestfjørður karmur um heimsins fyrstu sjóvarfalsorkulund, og fyrireikingararbeiðið gongur væl, boðar Minesto frá.

 

Hetta skrivar SEV á sev.fo.

 

Samlaði mátturin í lundini verður umleið 30 MW, býtt út á 24 1,2 MW drekar. Árliga framleiðslan verður væntandi 84 GWt.

 

Fyrireikandi arbeiðið umfatar eitt nú umhvørvisárinsmetingar, kaðallegging, íbinding í netið osfr., skrivar sev.fo.

 

##med2##