Fyrsta samrøðan í 40 ár

   

Fyri fyrstu ferð í næstan 40 ár hevur fyrrverandi amerikanski hermaðurin Charles Robert Jenkins tosað við skyldfólk síni í USA. Tað hendi mánadagin, tá hann tosaði við eitt av skyldfólkunum í telefon úr Indonesia.
Jenkins er giftur við einari 45 ára gamlari japanskari kvinnu. Norðurkoreanskir agentar burturfluttu hana í 1978 og fóru til Norðurkorea við henni. Har giftust hon og Charles Roberts Jenkins. Fyri tveimum árum síðani sluppu hon og tær báðar døturnar aftur til Japan, men Jenkins sjálvur varð verandi eftir í Norðurkorea. Hann er bangin fyri at verða útflýggjaður USA til rættarsókn, tí hann rýmdi úr amerikanska herinum.
Mánadagin kom hann til Indonesia at hitta konuna og døturnar. Tað bar til, tí Indonesia hevur ikki sáttmála við USA um at útflýggja fólk, sum hava brotið amerikanska lóg
Mynd: Reuters