Frá 1946 til 1978 vóru reglulig val, fyrsta valið í úrtíð síðani heimastýrislógina var í 1980.
Men á løgtingsvalinum í 1970 hendu fleiri broytingar. Fleiri nýggj fólk vórðu vald á ting. Ein teirra var Atli Dam, sum sama vár varð valdur til landsstýrismann. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu skipað samgongu við Petur Mohr Dam sum løgmanni eftir valið í 1966.
Men Petur Mohr Dam doyði í 1968, og Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum tók við su løgmaður. Men eftir valið í 1970 varð Atli Dam valdur til løgmann, og trýflokkasamgongan helt fram.
Javnaðarflokkurin var størstur við 27,2 prosentum, Sambandsflokkurin fekk 21,7 og Sjálvstýrisflokkurin 5,6 prosent. Atli Dam sat sum løgmaður út í eitt frá 10. desember í 1970 til 5. januar í 1981.
Atli Dam var afturvaldur til løgmann 10. januar í 1985 og sat fram til januar 1989, og aftur frá januar 1991 til januar 1993 – tilsamans var hann løgmaður í 16 ár. Atli Dam doyði í 7. februrar 2005.