Súkkling:
Tey vaksnu kappast í einkultstarti, og hesin verður koyrdur frá Skála til Undir Gøtueiði, har vent verður við rundkoyringina, og so aftur á Skála. Teinurin er 25 kilometur langur.
Hesin teinurin er royndur fyrr, eisini í samband við eina bygdastevnu á Skála, og er hesin teinur sera væl egnaður til júst hetta slag av súkklukappingum, nevniliga einkultstart.
Tá kappast verður í einkultstarti fara ein og ein súkklari fara avstað við t.d. 1 minutti millum hvønn súkklara, og súkklarin koyrir í fyrstu syftu kapp í móti sær sjálvum og tíðini.
Tórshavnar Súkklufelag hevur somuleiðis fleiri ferðir fyrr skipa fyri súkklukappingum á Skála, eisini fyri barnasúkklukappingum.
Tá hevur verið kappast á økinum kring Turkihúsið, men vegna arbeiði á økinum, verður hetta nú broytt soleiðis, at koyrt verður á einum ávísum øki á gamla bygdavegnum.
Eins og hjá teimum vaksnu verður startur og mál við læknahølini.
Tá Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri kappingum kring landið er tað altíð ein treyt, at allir luttakarar nýta hjálm. Skila gott er eisini um súkklan verður eftirkannað soleiðis, at bremsur o.a. virkar sum tað skal.
Kappast verður millum børn, ungdóm og vaksin.
Børnini eru býtt sundur í tríggjar bólkar, I, II og III. Bólkur I fevnir um tey, sum eru førdd 1996-1998. Bólkur II eru fyri 1993-1995, og bólkur III er fyri børn, fødd í árunum 1990-1992. Eisini er ein bólkur fyri unglingar og ein fyri vaksin.