Fyrsta ársfrágreiðingin frá Brúkaraumboðnum

Fyrsta ársfrágreiðing hjá Brúkaraumboðnum er komin. Í ársfrágreiðingini verður millum annað sett ljós sett á, hvussu hetta fyrsta árið við føroyskum Brúkaraumboði hevur roynst, hvørjar avgerðir og niðurstøður upp á klagur eru gjørdar, hvussu Marknaðarføringslógin virkar, og hvussu tilgongdin fram móti einum Brúkaraumboði hevur verið.

Harafturat eru samrøður við nøkur av teimum, sum hvør á sín hátt eiga lut í, at tað eydnaðist at fáa eitt brúkaraumboð upp at standa. Eisini verður gjørt nakað burtur úr, hvussu føroyska skipanin við brúkaraumboði virkar í mun til tær í grannalondunum.

Mánadagin og týsdagin ? 31. mai og 1. juni ? varð skipað fyri skeiði á Hotel Føroyum um marknaðarføringsrætt og um peningastovnsøkið. Skeiðið, sum var fullteknað, er í stóran mun ætlað advokatum, løgfrøðingum, marknaðarføringsleiðarum, stjórum og bankafólki, sum hava við privatkundaøkið og marknaðarføring at gera.

Til ber at heinta ársfrágreiðingina her:

TRÝST HER