– Vit sluppu av við alla ullina. Men tað er ikki yvir at dylja, at prísurin var eitt stórt vónbrot.
Tað sigur Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.
Nú á miðdegi hevur Búnaðarstovan selt ullina, tey tóku ímóti síðsta summar og hetta er samstundis fyrsta miðvísa royndin at taka ímóti ull og at selja hana.
Tilsamans høvdu tey sløk 29 tons av ull til sølu, har 19 tons var fyrstafloks ull og restin var annanfloks ull.
– Vit høvdu vónað at fáa hampiligan prís fyri ullina, tí vit høvdu gjørt okkum ógvuliga stóran ómak at skilja hana, bæði eftir dygd og eftir liti, sigur Tróndur Leivsson.
Hann sigur, at tey høvdu vónað at fingið minst 10 krónur fyri kilo av teirri góðu ullini, kanska enntá upp í 15 krónur.
Men tá ið avtornaði fingu tey bara tvey boð upp á ullina. Tað vóru tey bæði ullvirkini, Navia og Sirri sum bjóðaðu, og tey keyptu alla ullina.
– Men prísurin var eitt vónbrot, tí hann var langt frá tí, vit høvdu vónað og sostatt fingu vit bara fýra krónur fyri kilo av teirri góðu ullini og tvær krónur fyri kilo av teirri vánaligu ullini.
– So tey bæði virkini, sum keyptu ullina, hava gjørt kvettið, heldur Tróndur Leivsson.
Hinvegin nyttar tað ikki at goyma ullina, tí hon heldur sær ikki, og tí varð rætt at selja, hóast prísurin er vánaligur, leggur hann afturat.
Tá ið Búnaðarstovan keypti ullina frá búnaðarmonnum, læt hon 15 krónur fyri kilo av góðari ull, og fyri ta vánaligu ullina, lótu tey fýra krónur. Tá var mvg við í prísinum.
So hendan fyrsta royndin at gagnnýta føroysku ullina, gevur stórt hall, hóast Løgtingið játtaði 300.000 krónur í stuðuli til ætlanina, staðfestir stjórin á Búnaðarstovuni.
Men Tróndur Leivsson fellur ikki í fátt kortini, tí hann er sannførdur um, at hetta er ein roynd, ið eigur at halda fram.
– Tað er so ein politiskur spurningur um hon skal tað. Men vilja politikararnir halda fram við royndini, og játta stuðul til at halda fram næsta ár, eru vit eisini til dystin fús, sigur hann.
Sjálvur er hann sannførdur um, at tað ber til at fáa nakað burtur úr ullini, men hann er eisini sannførdur um, at tað verður ikki eftir einum einum ári.
– Hetta krevur at verða ment so líðandi og tí haldi eg, at royndin eigur at halda fram.
– Tað tekur nøkur ár at venja marknaðin vil, at góð ull er til taks, og vit skulu vænta, at tað tekur eini fimm ella tíggju ár at menna hendan marknaðin, so at vit fáa nakað burtur úr heldur hann.