Fótbóltur
Ein stórur trupulleiki hjá EB/Streymi, nú teir fyri fyrstu ferð royna seg í altjóða høpi, er, at teir snøgt sagt einki vita um mótstøðuna. Tá vit í morgun høvdu samband við leguna, høvdu teir til fánýtis roynt at fingið fatur á sjónbandi av onkrum dysti hjá finnlendingunum. Og at spyrja um, nær mótstøðuliðið venur, tóktist nytta lítið, skilst.
Men tað er tó lítið at ivast í, at talan er um sterka mótstøðu. Finska liðið hevur seinnu árini verið millum tey fremstu í landinum, og við skjótum fótbólti og sterkum einstaklingum verða teir uttan iva ein stórur biti hjá føroyska liðnum.
Og fortreytirnar hjá EB/Streymi eru so heldur ikki heilt optimalar. Tað er greitt, at Rafal Kwiecinski ikki verður við í hópinum í kvøld. Hann hevur ein vøddaskaða í lærinum, og tað sama hevur Leif Niclasen, sum tí heldur ikki fær spælt.
Dysturin hjá EBS/treymi byrjar klokkan 17 føroyska tíð.










