Fyrsta royndin ein vanlukka

- So vórðu tey fyrstu 1200 tonsini seld á hálvloyniligari uppboðssølu, sigur fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.

- Ein vanlukka fyri fyrstu royndina. So, vórðu tey fyrstu 1200 tonsini seld á hálvloyniligari uppboðssølu. Ja, tað er rætt. Trý vóru um at bjóða.

 

Tað skrivar fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, á sínari Facebook-síðu fyri løtu síðan, nú fyrstu tonsini í Barentshavinum seinnapartin í dag eru seld á uppboði.

 

- Politiska ætlanin var, at uppboðssølan skuldi geva betri gjøgnumskygni og loyva fleiri aktørum framat, men ein keypari keypti øll tey 1200 tonsini.

 

Fyrrverandi løgmaður skrivar, at tann loyniliga uppboðssølan verður hósdagin. Hann vísir á, at treytirnar eru so harðar, at tú tað sama kundi sagt, at tann, sum keypir, skal eta allan fiskin sjálvur.

 

Áheitanin hjá Kaj Leo Holm Johannesen er ikki at hava loyniliga uppboðssølu næstu ferð, sum hann tekur til á sínari Facebook-síðu.