- Hendan royndin miseydnaðist, men tað merkir ikki, at ferðin er endað, tí tá ið veðrið batnar aftur, royna vit enn einaferð.
Tað siga teir báðir bretarnir, Olly Hicks og George Bullard.
Teir báðir eru ævintýrarar burtur av og nú hava teir sett sær fyri at rógva í kajak úr Grønlandi til Skotlands.
Fyrsti partur av ferðini hepnaðist væl og hesar seinastu fleiri dagarnar hava teir verið í Íslandi, har teir hava róð bygd úr bygd, og hesa seinastu tíðina hava teir verið í Neskaupstaði, har teir hava bíðað eftir veðrið.
Og seinnapartin leygardagin vóru veðurtíðindi so mikið fræg, at teir hættaðu sær at leggja á Devulsins Dansigólv, sum teir kalla sjóøkið ímillum Ísland og Føroyar.
Og longu í gjár máttu teir ásanna, at tað er ikki av ongum, at hendan farleiðin verður kallað Devulsins Dansigólv.
Beint ímóti forsagnunum leygardagin, ljóðaðu forsagnirnar í gjár, at hann fór aftur at øtla veðrið so mikið, at teir hildu, at tað vóru óráð at halda fram.
Vit seta trygdina á hásæti og tí tóku vit av einum tilboði frá einum íslendskum fiskiskipi um at taka okkum umborð, so at vit kundu koma aftur til lands við teimum, siga teir.
Sum sagt so gjørt, og seinastu tímarnar hava teir so tjent fyri føðina umborð við at kryvja saman við íslendsku manningini.
Men teir gera greitt, at ferðin heldur fram og at teir nú bíða til forsagnirnar batna aftur, so leggja teir á aftur.
Teir vænta at brúka fýra til seks dagar um teir áleið 500 kilometrarnar úr Íslandi til Føroyar, alt eftir, hvussu veðrið verður, og teir ætla at rógva í minst 20 tímar um samdøgurið. Teir siga, at ferðin úr Íslandi til Føroya verður tann strævnasta av øllum teinum
Kajakkin er serbygd í glastrevjum, og hon er 6,8 metrar long, við styrktum botni, so at hon tolir at koma í ís.