Fyrsta árið byrjar við ár 1

Nógv hava seinastu tíðina sett sær spurningin: Nær er aldarskiftið?

Spurningurin er aktuellur, tí vit hava júst skift áratíggju. Á nýggjárinum 1990 og aftur í 1991 tosaðu fólk um, at nú fóru vit inn í nítiárini. Tað sama kjakið hava vit í dag. Bæði á nýggjárinum hesaferð og á komandi nýggjári, 2001, fara fólk at tosa um, at nú fara vit inn í nýggju øldina - og harvið inn í nýtt túsundár. Hetta er kanska ikki so einfalt. Hví byrja nítiárini ikki bara, tá árstalið byrjar við níggju? Tað sama kundu vit sagt um, at túsundáraskiftið skuldi verið, tá talið byrjar við 2, men soleiðis er tað bara ikki.

Í byrjanini av ári 1 byrjaði fyrsta árið, fyrsta tíggjuárið, fyrsta hundraðárið og fyrsta túsundárið. Tá eitt ár varar eitt ár, eitt tíggjuár tíggju ár og eitt hundraðár 100 ár og eitt túsundár 1.000 ár, so má tað fyrsta árið vara ár 1 at enda, tað fyrsta tíggjuárið til endan av 10. árinum og hundraðárið til endan av ár 100 og at enda túsundárið til endan av ár 1.000.

Tí má ár 2 byrja á 1. januar ár 2, næsta tíggjuárið 1. januar ár 11, tað næsta hundraðárið 1. januar ár 101 og næsta túsundárið 1. januar 1001.

Triðja túsundárið byrjar tí 1. januar ár 2001.