Fyrsta reyða kortið var á Sandi

Gilli Samuelsen, sum er aftur í 07 Vágar, skoraði, tá ið tað endaði 1-1 millum B71 og 07 Vestur

Tað roynist ikki væl hjá 07 Vestur á útivølli ímóti B71. Í fjør vunnu sandoyingar báðar heimadystirnar ímóti 07 Vestur. Annar endaði 3-2, og hin endaði 4-1. Hesi tapini áttu stóran lut í, at 07 Vestur ikki flutti upp í bestu deildina.

Í dag vóru vágamenn aftur á Sandi, og heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað at vinna fulla úrtøku. Úrslitið var 1-1, og bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

Í vikuni varð tað greitt, at Gilli Samuelsen, sum hevur ættarbond í Sandavági, fór at flyta úr B36 og til 07 Vestur. Hann spældi eisini í Vágum fyrru hálvu í 2018, tá ið 07 Vestur var í bestu deildini. Síðani hevur hann aftur verið í barndómsfelagnum B36.

Longu í 8. minutti legði Gilli Samuelsen gestirnar framum, tá ið hann setti bóltin framvið Jóhan Herálvi Hentze í heimamálinum. Heimamenninir svaraðu aftur í 23. minutti. Málskjútti var Tummas Pauli Olsen.

Tíggju minuttir eftir steðgin varð heimaliðið undirmannað. Tá sá Tijani Mohammed gula kortið fyri aðruferð og harvið eisini reyða kortið.

Hóast gestirnir manningarliga vóru omaná síðsta stóra hálva tíman, so eydnaðist tað ikki at fáa mál.