Í fjør flutti 07 Vestur niður úr bestu deildini. Í dag settu vágamenn sjøtul á ferðina, sum teir vóna skal bera teir framaftur millum teir bestu.
Og tað hilnaðist væl í fyrstu royndini. 07 Vestur var seint seinnapartin við Løkin í Runavík. Næstbesta NSÍ liðið stóð seg so mikið væl í fjør, at tað eydnaðist at vinna silvurkrónur.
Í dag var 07 Vestur omaná. Úrslitið var 2-0. Bæði málini vórðu skorað miðskeiðisí fyrra hálvleiki.
Tað fyrra skoraði Solomon Ayiku Kwao, og tað seinna skoraði Hørður Ingi Egilson.
Fyrsta reyða kortið í 2019 varð víst ídag. Dómarin, Rani A. Skaalum, vísti NSÍ spælaranum Atla Djurhuus Petersen beinleiðis reytt kort, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
Á NSÍ liðnum vóru fleiri, sum verða roknaðir at hoyra til besta hópin - eitt nú Mórits Heini Mortensen og Per Langgaard sum er við at koma seg eftir at hava verið skaðadarvaður.